Sara Blædel vitjar Føroyar - AVLÝST2013-02-17 13:56
Leygardagin 23. Feb. Kl. 15:00 skipar Rithøvundafelag Føroya og Norðurlandahúsið fyri einum tiltaki við Saru Blædel. Tiltakið er serliga ætlað rithøvundar, núverandi og komandi, men ein og hvønn, ið er áhugað, skal vera vælkomin. Skrá • Vælkomin, við Helle Thede Johansen, forkvinna í Rithøvundafelag Føroyar • Arnbjørn Ó. Dalsgarð, býarbókavørður, tosar við Saru um bøkur hennara og um Saru sum menniskja. • Bergur D. Hansen, ph.d. lesandi, greiður frá um týdningurin fyri eitt samfelag, um skrivað verður hugsaðar/fiktivar søgur ella ikki. • Gunnar Nolsøe, tosar við Sara umtað arbeiði, ið liggur aftan fyri at skriva eina metsølubók. • Møguleiki fyri at seta spurningar og/ella viðmerkingar Tiltakið er mett at vera áleið 2 tímar.
Útgávur Krimirøðin um Louise Rick: 1. Grønt støv. 2004. 2. Kald mig prinsesse. 2005. 3. Kun ét liv. 2007. 4. Aldrig mere fri. 2008. 5. Hævnens gudinde. 2009. 6. Dødsenglen. 2010. 7. De glemte piger. 2011.
• I skyggen af Sadd. 4 rithøvundar, 4 søgur, ein skaldsøga. Sara Blædel hevur skrivað saman við Gretelise Holm, Steen Langstrup og Lars Kjædegaard. 2005 • Trods modvind. 6 samrøður, ið journalist Sara Blædel hevur havt við kendum fólkum, um tað at koma víðari aftan á kolveltandi broytingar í lívinum. Lindhardt og Ringhof, 2002. • Dødelig alvor. Eitt suttsøgusavn av norðurlendskum krimi-rithøvundum, givið út til frama fyri ”Læger uden grænser”
Heiðurslønir v.m. 2005: “Det danske Kriminalakademi”. Debutantprísin fyri Grønt støv (krimi) 2005: “Statens Kunstråd”. Starvsløn (10. millioner puljan) 2006: “Statens Kunstfond”. Starvsløn 2007: Bog & Idé-prísin (Yndisrithøvundur hjá dønum): Kun ét liv (krimi) 2009: Ársins rithøvundur (valt av lesarum hjá ”Søndagsavisen”) 2009: Bog & Idé-prísin (Yndisrithøvundur hjá dønum): Hævnens gudinde (krimi) 2010: Bog & Idé-prísin (Yndisrithøvundur hjá dønum): Dødsenglen (krimi)
Meira er at lesa um Sara Blædel her: |