Janus á Húsagarði fær gávugóðs2013-02-08 14:17 Gávugóðsið verður givið ungum listafólki, sum hevur víst hegni og hug at útbúgva seg. Í ár hevur nevndin valt at heiðra Janus á Húsagarði og Bárð Reinert Poulsen. Tiltakið, sum er alment, verður á Østrøm fríggjadagin 8. februar kl. 16. Skrá í sambandi við handan av heiðursgóðsi frá grunni Thorvalds Poulsen á Steinum
Aftan á er eitt lítið ábit Endamálið hjá Grunni Thorvalds Poulsen av Steinum er sambært grein tvey í viðtøkunum at stuðla og eggja ungum fólki við listarligum hegni til útbúgving. Stovnsfæ grunnsins er arvur eftir Thorvald Poulsen á Steinum sambært testamentinum hjá honum. Ein trímannanevnd mannað við rektaranum á Fróðskaparsetrinum, formanninum í Føroya Lærarafelag og formanninum í Lista Fólka Sambandi Føroya, LISA stjórnar grunninum. Rektarin á Fróðskaparsetrinum er nevndarformaður. Í løtuni er nevndin henda: Sigurð í Jákupsstovu, rektari, Herálvur Jacobsen, formaður í Føroya Lærarafelag og Ólavur Jakobsen, formaður í LISA. Latið verður úr grunninum 8. februar, føðingardag Thorvalds. Nevndin ger sjálv av, hvør skal fáa stuðul úr grunninum, tað verður ikki latið eftir umsókn. Fyrstu ferð stuðul varð latin var í 2001. Tey sum hava fingið stuðul úr Grunni Thorvalds Poulsen av Steinum eru hesi: 2012: Anton Petersen, filmsleikstjóri, 60.000 kr Kelda: Froðskaparsetur Føroya |