Norðurlendsk virðisløn fyri barna- og ungdómsbókmentir2012-05-01 16:35
Veruleikin er tó, at tað hendir seg næstan ikki at barna- ella ungdómsbøkur verða innstillaðar til Bókmentavirðisløn Norðurlandaráðs, og tær hava ongantíð vunnið virðislønina. Tað er neyvan tí, at tær ikki eru eins dygdargóðar og aðrar bókmentir. Vit vita, at tær eru høgt í metum víða um heimin. Bøkur eftir rithøvundar sum Astrid Lindgren, Tove Jansson, Ole Lund Kirkegaard og Jostein Garder verða týddar, lisnar og fáa virðislønir langt út um Norðurlond. Nógv bendir á, at nevndin, sum tilnevnir og velur út til Bókmentavirðisløn Norðurlandaráðs, í roynd og veru ikki tekur barna- og ungdómsbókmentir við. Føroyskar barna- og ungdómsbøkur Av teimum áleið 10 upprunaføroysku barna- og ungdómsbókunum koma einans 1-2 út á øðrum málum. Neyvan er orsøkin at bøkurnar ikki eru áhugaverdar ella hava nóg góða góðsku, men heldur tann, at onnur ikki kunnu taka støðu til tær, av tí at so fá skilja føroyskt. Ein norðurlendsk barna- og ungdómsbókmentavirðisløn fer at hava við sær, at tær bøkur, ið verða innstillaðar, skulu umsetast og hetta opnar í sjálvum sær fyri kunnleika til føroyskar barna- og ungdómsbókmentir. Framgongd í Oslo Úr Føroyum luttóku Turið Sigurðardóttir, professari í bókmentum og Helle Thede Johansen, forkvinna í Rithøvundafelag Føroya. Grundgevingar vóru lagdar fram fyri teir norðurlendsku mentamálaráðharrarnar, ið fundaðust í Oslo 26. apríl 2012. Føroyski mentamálaráðharrin Bjørn Kalsø var á hesum fundi saman við Martin Næs, deildarstjóra. Bjørn Kalsø bar fram, at hann stuðlaði málið. Endaliga úrslitið varð, at norðurlendsku mentamálaráðharrarnar tóku avgerð um at arbeiða fyri einari norðurlendskari barna- og ungdómsbókmentavirðisløn og at lata fyrsta virðislønina longu í 2013. Til heiður og gagn Einki er at ivast í, at ein norðurlendsk barna- og ungdómsbókmentavirðisløn fer at økja um kunnleikan og áhugan fyri norðurlenskum barna- og ungdómsbókum, ikki bara norðurlondini ímillum men væntandi eisini úti í heimi, og hetta verður til gagns fyri rithøvundin, forløg, bókasølur og ikki minst lesaran, børnini og tey ungu.
|