Nevndin er skipað

2012-03-23 16:11
Nývalda nevndin í Rithøvundafelagnum hevur havt sín fyrsta fund, og hevur skipað seg soleiðis:

Helle Thede Johansen, forkvinna
Janus á Húsagarði, næstformaður
Agnar Artúvertin, skrivari
Zakarias Wang, kassameistari
Carl Jóhan Jensen, nevndarlimur

Fleiri mál eru at arbeiða við, men um limir hava hugskot ella ynski um mál, ið teir halda at nevndin skal taka upp, eru tit vælkomin at senda okkum ein teldupost.

Blíðar heilsur

Helle Thede Johansen
forkvinna

Rithøvundafelag Føroya | Undir Pisuvarða 2, FO-100 Tórshavn