Unreadable Stories

2018-09-30 14:47
 

Skeið í kreativari skriving fyri tilflytarar úr Teilandi og Filipsoyggjum

Skrivihug

Hevur tú hug at skriva eina søgu, men heldur teg ikki duga og als ikki á føroyskum, so er hetta skeiðið júst nakað fyri teg.
 
Rithøvundafelag Føroya skipar fyri skeiði í kreativari skriving fyri tilflytarar úr Teilandi og Filipsoyggjum, í døgunum 10. og 11. november 2018.
 
Skeiðið verður í Norðurlandahúsinum í Tórshavn, og er tað Rakel Helmsdal, rithøvundur, ið fer at undirvísa. Rakel hevur bæði nógvar royndir í at skriva sjálv og í at undirvísa, og hon dugir sera væl at geva íblástur til, hvussu ein fær skrivað niður tað, sum livir í hugflognum.
 
Øll duga vit at skriva eina søgu, sigur Rakel. Kanska duga vit ikki øll at stava ella benda rætt, og kanska als ikki á føroyskum, men vit hava søgur í okkum. Søgur um eitthvørt vit hava upplivað, ella søgur vit finna uppá.
 

Skriva á tínum móðurmáli

Skriviskeiðið "Unreadable Stories" vendir seg til tilflytarar úr Teilandi og Filipsoyggjum, tí haðani eru flestu av nýggjastu borgarum okkara komnir.
 
Undirvíst verður á føroyskum, men luttakararnir kunnu skriva á egnum moðurmáli; Phasa Thai ella Filipino. Tulkar verða hjástaddir á skeiðnum.
 

Fá íblástur

Skeiðið er skipað við fleiri smærri skrivivenjingum, sum hava til endamáls at geva íblástur og veita amboð til skrivingina hjá skeiðsluttakarunum.
 
Inn ímillum lesa vit/tulkarnir tað upp, sum vit hava skrivað. Á tann hátt síggja vit margfeldni í hugflognum. Ongin tekstur líkist, hóast uppgávan var nett tann sama. Vit inspirerast av hvørjum øðrum og skilja, at har eru ongi onnur mørk, enn tey vit sjálvi seta okkum.
 

Bókadagar

Árliga føroyska bókmentafestivalurin, Bókadagar, verður í Norðurlandahúsinum 23. - 25. november 2018.
 
Á skránni er millum annað samrøður við tilflytarar um bókmentir sæddar við teirra eygum. Møguleiki verður hjá skeiðsluttakarum at lesa upp tekstabrot í hesum sambandi.
 

Tilmelding

Til ber at melda til skeiðið her á heimasíðuni.
 
Faldari um skeiðið "Unreadable Stories".
 
Spurningar kunnu sendast til skrivaran hjá Rithøvundafelagnum, Helle Thede Johansen, á rit@rit.fo.
Rithøvundafelag Føroya | Undir Pisuvarða 2, FO-100 Tórshavn