Hevur tú útgivið eina barna- ella ungdómsbók?

2018-01-29 13:51
 
Freistin at innstilla til Norðurlendsku Barna- og ungdómsbókmentavirðislønina er hálvan marts. Tá skal metingarnevndin hava lisið og mett um tær bøkur, ið verða innstillaðar til metingar og tikið eina avgerð.

Metingarnevndin hevur avtalu við Bókadeild Føroya Lærarafelags, um at fáa eitt eintak av teimum bókum, ið hetta forlagið metir hava møguleika at standa seg í hesum høpinum.

Rithøvundar, ið hava givið út aðrastaðni, hava tó eisini møguleika at senda teirra verk til metingar. Til ber at senda eitt eintøk (ella bara bókaheiti og árstal) til metingarnevndina, um tit halda at tykkara verk møguliga kundu gjørt seg galdandi.

Talan er um barna- og ungdómsbøkur, ið eru komin út seinasti 4 árini, tað vil siga millum 2014 – 2017.

Uppskot kunnu sendast til Tótu Árnadóttur (totaa @ setur.fo) og til Paulu Gaard (Paulag @ setur.fo ) skjótast gjørligt, ið hvussu er áðrenn 15.feb.18.
Rithøvundafelag Føroya | Undir Pisuvarða 2, FO-100 Tórshavn