RIT-salón - Arvurin eftir Ebbu Hentze

2017-09-07 11:55

Peningar til ungar rithøvundar, ið hava sýnt serligar gávur.RIT-salónir, hava verið nakrar ferðir seinasta árið, har vit (limir felagsins) hava hitst ymsastaðir í býnum. Umframt at vit hvørja ferð tosa um ávís evni, sum hava áhuga millum rithøvundar, so eru RIT-salónirnar eisini eitt gylt høvi hjá rithøvundum at hittast til bæði prát og hugna.

Hósdagin 7. september kl. 17:00 verður aftur RIT-salón, í nýupplatnu Blábar, Niels Finsensgøta 23 í Havn. Fundurin er hesu ferð almennur.

Evnið er arvurin eftir Ebbu Hentze og hvussu vit á skilabesta hátt kunnu ganga ynskjum hennara á møti.

Talan er um útvið 500.000 kr, sum Ebba hevur testamenterað til felagið at nýta til ungar rithøvundar, sum hava sýnt serligar gávur.

Skulu vit gera eina virðisløn? upprætta ein grunn? ella okkurt heilt triðja?

Rithøvundafelag Føroya | Undir Pisuvarða 2, FO-100 Tórshavn