Línufelagið gjørt sáttála2013-01-28 00:41 Manningarfeløgini og felagið Línuskip skriva undir sáttmála. Fiskimannafelagið, Maskinmeistarafelagið, Skipara- & Navigatørfelagið og Felagið Línuskip hava skriva undir tvey ára sáttmála fyri Línuskipini. Samráðingar hava verið í fleiri umførum. Samráðst hevur verið í hølunum hjá Fiskimannafelagnum. Mest týðandi broytingin í sáttmálanum er at partur har manningin luttekur í útreiðslum lækkar 100 kr. pr. dag í ár og 100 kr. pr. dag komandi ár. Talan er um reiðskap har parturin hjá manningini lækkar. Eisini verður ein arbeiðsbólkur settur í skal koma við einum uppskotið um hvussu útlendingar ið sigla við línuskipunum skulu koma inn í sáttmálan.
Mynd: Óli M. Lassen |