Línuskipini fyri vanbýtið2012-05-13 12:14 Felagið Línuskip vilja harðliga átala tann skilaleysa fiskivinnupolitikkin ið førdur verður. Her er bert talan um at geva vælbjargaðum skipum góð rættindi, samstundis sum húkaflotin er um at fara fyri bakka.
Vit í Felagnum Línuskip og manningar okkara, vilja eisini hava sama møguleika at forvinna pening úr makrelinum eins og hinir skipabólkarnir. Línuskipini ynskja eina felagskvotu ið er 1.000 tons pr. skip. Okkum má standa frítt, hvussu vit fáa hetta til høldar. Tað eru í dag 18 línuskip í vinnu og 270 sjófólk og hartil ein ørgrynna av avleiddum virksemi hjá flakavinnuni og hjá smiðjum á landi. Okkara skip hava verið her í 40 til 50 ár og eiga vit nógv søgulig rættindi. Støðan í dag er, at vit eru hart raktir av makrelinnrásini, og okkara manningar eru tær í forvinna nógv minst frammanundan og er línuflotin í sváraru kreppu. Tað er undarligt at allir aðrir skipabólkar, ið ikki vanliga fiska á Føroyagrunninum kunnu koma inná Føroyagrunnin og harvið vinna eina eyka inntøku av makrelinum. Okkara spurningur er eisini, um vit aftur í ár skulu innflyta útlendskan makrel til agn ? Vit sum dagliga virka á Føroyagrunninum fáa einki burtur úr verandi makrelbýtinum, og tí tikist hetta fyri okkum heilt høpisleyst, spurningurin hjá okkum er hvussu fáa vit kompensatión orsakað av fiskaloysið tí makrelurin ávirkar vistskipanina við Føroyar munandi, soleiðis at mestsum eingin toskur, hýsa og upsafiskiskapur er við Føroyar í dag. Vánalig botnfiskaveiða við Føroyar ávirkar alt samfelagið munandi, og tí er tað óskiljandi at hendan vinnugrein er fyri vanbýtið. Fyri okkum er tað heilt ófatuligt, at tað nú verður loyvt at hava útlendska manning í markelfiskiskapinum, tá línuskipini í fleiri ár hava roynt at fáa nakrar útlendingar umborð á hvørt skipið. Tað er óskiljandi at man politiskt ikki torir, at taka hond um tvær so týðandi vinnugreinar sum flakavinnuna og burðardyggu línuveiðina. Fer línuveiðan so fer eisin flakavinnan, ið er uppbygd gjøgnum seinastu 40 árini. Bæði vinnumálaráðharrin og fiskimálaráðharrin hava sagt, at allir skipabólkar skulu fáa ágóðan av makrelrættindum og Løgmaður hevur eisini sagt, at makrelurin skal koma øllum samfelagnum tilgóðar – Hvussu ætla tit at gera hetta í praksis ? Við gjørdu mannagongdum síggja vit ikki, hetta sum ein møguleika. Tað sær út til, at flest allir trolarar fáa munandi ágóða og hjálp gjøgnum makrelfiskiskapin. Men sær tað út til, at tað politiskt er tilvitað at bert húkaflotin skal líða undir broyttum fiskivinnuviðurskiftum undir Føroyum.
Vegna Felagið Línuskip Runavík tann 02-05-2012 Nevndin: Halvdan Gudmundsen Háldan Haldansen Kristmund Johannessen Óli M. Lassen
|