Nú tørvar línuflotanum bráfeingishjálp!

2012-03-20 14:48

 

Nú eigur hart tiltrongdi Línuflotin at verða hjálptur, tí júst Línuflotin hevur uppiborið og tørv á eini hjálpandi hond. Hetta skrivar Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur, Løgtingskvinna.

Nú tørvar línuflotanum bráfeingishjálp!

Longu í 50 ´unum byrjaði línuflotin at upparbeiða sær søgulig rættindir á Flemmish Cap.

Línuskipini í Klaksvik gjørdu sítt stóra íkast til hesi søguligu rættindini. Her kunnu nevnast m.a. Hans Erik, Sigurfari, Borðoyarnes, Pison, Kvikk, Jógvan S, Klakkur og Jákup B. So bleiv fiskaloysi og Flemish Cap bleiv stongt fyri toskaveiðu í nógv ár. Uml. 200 menn mistu arbeiði av hesum og ikki at gloyma alt tað avleidda virksemi hetta gav. Línuskipini, sum høvdu fiskað har, blivu løgd og lógu bundin við kei í 2-3 ár uttan kvotu. Eigarar fóru á húsagang, og fleiri av skipunum blivu seld fyri ein bíligan penga.

Nú eru so loksins hesi søguligu rættindini komin Føroya landi til góðar aftur. Vit hava fingið tillutað 2.100 tons av botnfiski. Men tað bleiv so ikki Línuflotin í Klaksvík ella Eysturoynni sum fekk ágóðan av hesum. Ein skuldi trúð, at tað mest náttúrliga var, at línuflotin fyrst bleiv spurdur og fekk møguleikan at fara aftur á Flemish Cap. Frystilínuskip kundu t.d. fiskað kvotuna.

Eitt er, at flakatrolarnir í Barentshavinum fáa kvotuna á Flemmish Cap. Men tað sum verri er, er at línuflotin fær onki ístaðinfyri hesi mistu rættindini.

Løgmaður og landstýrismaðurin upplýstu á fundi á Toftum í febr. í ár, at makrelurin skuldi koma allari føroyskari fiskivinnu til góðar. So skuldi onki meira nátúrligt verið, enn at línuflotin eisini fekk lut í hesum. Línuflotin er tann parturin av flotanum, sum í løtuni hevur stórsta tørvin á hjálp.

Línufiskiskapur gevur nógv arbeiði og hevur nógv avleitt virksemi við sær til m.a. smiðjur, heilsølur, snørisvirkir og agn, olju o.a.. Soleiðis hava línuskipini í hálva øld verið ein av grundarsteinunum undir samfelagnum og givið arbeiði til nógvar hendur.

Verður alt so skjótt gloymt?

Tá fíggjarkreppan fyrst í 90unum leikaði harðast á, og vit høvdu fiskaloysi, flýggjaðu fólk í hópatali av landinum. Kvinnur og menn saman við familjum sóu ongan annan møguleika enn at rýma av landinum.

Tá gjørdi LÍNUFLOTIN sítt til at fáa landið í gongd aftur. Rættir íverksetarar væl stuðlaðir av arbeiðsmannafeløgum løgdu herðar til fyri at fáa línuskipini til fiskiskap aftur. Hetta eru bert umleið 20 ár síðani. Kann tað veruliga vera so skjótt at gloyma.? Hesin sami flotin liggur í dag í skeljasori, tí ongin fiskur ella kvotur er til teirra.

Teir sleppa ikki aftur á Flemmish Cap at fiska, sjálvt um tað júst var línuflotin, sum vann Føroyum hesi rættindi við blóð sveitta og tárum. Skipini vóru upp til 5 mánaðar burtur, og hetta vóru skúlaskip hjá nógvum ungum dreingjum. Menn vóru burtur frá konu og børnum í upp til 5 mánaðar. Tá hvørki hoyrdu ella lósu vit dagliga um hugtakið Fólksins ogn. Hesin fiskiskapur og hesi skip høvdu alstóran týdning fyri føroysku fiskivinnuna, men tað hevur havt sín prís. Hetta er nú alt gloymt og línuskipini eru útihýst á Flemish Cap. Línuskip hava enntá søkt um at sleppa til fiskiskap aftur har. Ein vána tøkk. Henda kvotan bleiv ikki givin aftur til línubátarnar.

Hvussu kunnu vit hjálpa Línuflotanum?

Nú hava vit so møguleikan at gera skaðan góðan aftur. Nú hevur landstýrismaðurin møguleika at hjálpa línuflotanum við at geva honum part av makrelkvotuni, sum er umleið tey 150.000 tonsini. Vit skulu IKKI taka frá føroyska nótaflotanum, men Línuflotin eigur harafturímóti at fáa av makrelkvotini, sum ikki er lutað sundur enn. Tí tað er heldur ikki rætt, at stór framkomin skip skulu liggja bundin við kei, tí tey ikki hava nóg mikið at fiska. T.d. liggur Norðborg í løtuni bundin við kei í Norðhavnini, tí onki er at fiska. Tað kann heldur ikki vera meiningin.

Kunnu línubátar fiska makrel?

Viðv. makrelfiskiskapinum vil onkur halda, at Línuflotin ikki kann fiska hesa kvotuna sjálvur, men hann eigur íhvørtfall at fáa møguleikan. Føroyingar kundu t.d. býtt nøkur túsund tons av makreli um við botnfiskakvotu í íslendskum sjógvi, sum bleiv tillutaður línuflotanum.

Eg vil leggja herðslu á, at línuflotin kann hava hesa kvotu avmarka í eitt ár í senn, sum ein bráfeingishjálp, inntil botnfiskurin kemur aftur. Eg meini als ikki, at línuflotin skal leggja um til nótaveiðu, tí vit hava framkomin skip í hesu vinnu í dag.

Vit eru noydd til at hugsa frameftir. Sum støðan er í dag, so fara nógvir línubátar á heysin komandi árini, um hesir ikki fáa bráfeingishjálp. Vit eru í tólvta tíma. Mestsum allur línufiskurin verður landaður til føroysk fiskavirkir og skapar nógv virksemi til nógvar hendur. Í hesum CO2 tíðum má tað eisini vera rættast at geva línuflotanum góð kor.

Við tí fiskimálaráðharra vit hava, ivist eg heldur ikki í, at hetta alt fer at koma í rættlag.

 

Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur,

Løgtingskvinna


.............................................................................................................................

 

 

Felagið Línuskip | Úti á Bø 11, FO-360 Sandavágur - Føroyar | info@linefish.com