Landsstýrið avhøvdar línuskipaflotan

Written by Fróði Lassen
2012-03-19 12:00
 
Savnsmynd

Við grova mismuninum, sum landsstýrið ger í sambandi við býtið av kvotum, eru landsins kosnu politikarar við at taka lívið at tí mest arbeiðsskapandi partinum av føroyskari fiskivinnu, nevniliga húkaflotanum. Hetta sigur Felagið Línuskip í tíðindaskrivið 18 mars.

Landsstýrið avhøvdar línuskipaflotan

Fyrst tók landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum kvotuna á Flemish Cap, sum línuflotin hevur søgulig rættindi uppá, og gav hesa kvotuna til flakaskipini, ið frammanundan hava nóg mikið og klára seg væl uttan hesa kvotuna. Nú er sami landsstýrismaður, við vælsignilsi frá restini av landsstýrinum, í ferð við at býta makrelkvotuna soleiðis, at tey skipini, sum eru ringast fyri, onki fáa, meðan teir fáu eigararnir av nótaflotanum, ið bókstaviliga sæð svimja í kvotum og inntøkum, fáa so at siga alla hesa nývunnu kvotuna.



Talan er enntá um eina kvotu, sum í stóran mun er vorðin til upp á bekostning av botnfiskinum, sum línuskipini og útróðrabátanir skulu liva av. Makrelurin – í so stórum nøgdum sum seinnu árini – er uttan iva ein av høvuðsorsøkunum til, at so lítið yngul kemur undan, tí hetta er partur av føðini hjá hesum stovni. Millum annað tí eru botnfiskastovnarnir so illa fyri í løtuni.

Neyðugt er at geva Húkaflotanum møguleika fyri, at gagnnýta kvotuna, uttan at vit skulu fiska hana sjálvir, og eru tað fleiri møguleikar fyri hesum, um politiski viljin er tilstaðar.


Við handfaringini av toskakvotuni á Flemish Cap, og tað sum liggur í kortunum í sambandi við makrelkvotuna, er landsstýrið í ferð við at taka lívið av bæði línu- og útróðarflotanum. Hetta hóast bæði landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum – og enn tá løgmaður – á fiskivinnufundi á Tofum í februar høgt og heilagt lovaðu, at býtingin av makrelkvotuni skuldi koma allari føroyskari fiskivinnu til góðar.

Makrelkvotan er ásett, men enn er hon ikki býtt millum skipini. Hóast vit hava fingið greiðar ábendingar um, at onki verður í okkara part, vilja vit staðiliga heita á landsstýrismannin í fiskivinnumálum og løgmann um virka ímóti at geva línuflotanum mønustingin. Hetta kunnu tit báðir og restin av landsstýrinum forða fyri, um tit geva okkum ein minni part av kvotuni, eins og bæði rækjuskip, djúpvatnstrolarar, partrolarar og ísfiskatrolarar annars, fáa. Sostatt er tað bert húkaflotin, sum onki fær. Hetta er botnórættvíst, tí tað ikki minst húkaflotanum fyri at takka, at Føroyar er vorðið eitt vælferðarsamfelag.

Eitt tað mest groteska í handfaringini av makrelkvotuni er, at tað ikki so mikið sum ber hjá línuskipunum og útróðrarbátunum at útvega sær eitt sindur bíligari agn. Ístaðin mugu vit keypa dýran makrel úr Hollandi til agn. Hetta er himmalrópandi illa fyriskipað av politisku skipanini og vísir vanvirðingina fyri okkum sum skipabólkum.

Tit hava møguleika fyri at broyta hesi órættvísu viðurskiftini, og tað krevja vit av tykkum sum politikarar.


Við at geva húkaflotanum somu rættindi, sum restin av flotanum, kunnu tit bjarga hundraðtals arbeiðsplássum og tryggja fíggjarliga grundarlagið hjá øllum teimum familjum, ið annars verða raktar av tykkara politikki.

Eitt rættvísari býti hevur lítla og onga ávirkan á raksturin hjá eitt nú nótaskipunum, sum eru sera væl fyri fíggjarliga – júst orsakað av stórum og góðum kvotum – men hevur avgerðandi týdning fyri okkara flota og manningar tess.

Vegna Felagið Línuskip

Hálvdan Gudmundsen, formaður

Óli Matras Lassen, næstformaður


Kristmund Johannesen

TommySivertsen

Haldan Haldansen


   
 
.............................................................................................................................
Felagið Línuskip | Úti á Bø 11, FO-360 Sandavágur - Føroyar | info@linefish.com