Húkaflotin fær part í makrelkvotuni

2012-03-19 12:00
Jacob Vestergaard, landsstýrismaður,
sigur, at øll fáa atgongd til makrelin,
eisini húkaflotin.
 
Jacob Vestergaard, landsstýrismaður, sigur, at øll fáa atgongd til makrelin, tá hann verður býttur. Hetta skrivar Kringvarp Føroya í dag. Vit endurgeva hervið grein hjá kvf.fo
 
Samfelag & Politikkur
Húkaflotin fær part í makrelkvotuni
 
Jacob Vestergaard, landsstýrismaður, sigur, at øll fáa atgongd til makrelin, tá hann verður býttur
 
Høgni Djurhuus / Johnsigurd Johannesen | 19. mar kl. 13:20 | Dagf. 19. mar kl. 14:52
 
Øll fáa atgongd til makrelin í ár, sigur Jacob Vestergaard, landsstýrismaður.
 
Hann vísir tí aftur, at húkaflotin ikki fær part í makrelkvotuni.
 
Nevndin í felagnum Línuskip gjørdi vart við seg um vikuskiftið. Hon segði, at línuskipini fáa onga makrelkvotu í ár.
 
- Hóast vit hava fingið greiðar ábendingar um, at einki verður í okkara part, vilja vit staðiliga heita á landsstýrismannin í fiskivinnumálum og løgmann um at virka í móti, at línuflotin fær mønustingin, sigur felagið Línuskip.
 
Men landsstýrismaðurin sigur í dag, at tað alla tíðina hevur verið ætlanin, at øll fáa atgongd til makrelin. Kelda:kvf.fo
   
 
.............................................................................................................................
Felagið Línuskip | Úti á Bø 11, FO-360 Sandavágur - Føroyar | info@linefish.com