Heimsins besta fiskidagaskipan verður niðurgjørd og søgd verða ónýtulig. Av fólkið uttanfyri vinnuna. Tað at fiskifrøðingar ongantíð hava góðtikið fiskidagaskipanina og eru um at oyðileggja hana við skerjingum og reguleringum hevur einki við fiskidagaskipanina at gera.
Kvotaskipanin hevur ført til ovurhándsútblakna og sigst eisini innibera at skip ikki geva rætt upp og royna at umgángast mynduleikarnar. Útblakan hendir í so stóran mun at talan er um 100 tals milliónir ja milliardir. Samstundis eru øll fiskivinnuhagtøl hjá ES farin fulkomuliga út av lagi, ja so lángt at tey ikki eru eftirfarandi í dag. Harvið er eisini virðismikið og neyðug data farin fyri skeytið um fiskastovnarnar og teirra samanseting. EU hevur ásanna at teir hava eina sera vánaliga skipan. EU leitar í dag eftir øðrum skipanum og hyggja teir eftir okkara skipan eisini. Tí er tað heilt ófatuligt at nakrir teoretikarar ið ikki hava sett seg inn í veruligu fiskivinnuna og umstøður kring Føroyar. Kjartan Hoydal segið tað so greitt í eini grein Heimurin øvundar okkum okkara fiskidagaskipan.
|