|
Fiskivinna: Hóttir húkaveiði nakran toskastovn? Toskastovnurin kann neyvan nakrantíð koma í vanda av ov høgum veiðitrýsti — og aldeilis ikki frá húkaveiði. Hetta má so vera ein niðurstøða frá trimum íslendskum videofilmum sum nú liggja alment tøkir á YouTube. (link síggjast niðast í greinini)
Toskastovnurin kann neyvan nakrantíð koma í vanda av ov høgum veiðitrýsti — og aldeilis ikki frá húkaveiði. Hetta má so vera ein niðurstøða frá trimum íslendskum videofilmum sum nú liggja alment tøkir á YouTube. Tveir av filmunum, annar um snelluveiði og hin um línuveiði, eru eftir undirsjóvar myndamannin Erlend Bogason. Har sæst at toskurin tekur tað róligt og kann eta agnið av húkinum uttan at blíva fastur. Tó gongur galið hjá nøkrum men hetta tykist ikki nerva teir toskar sum eygleiða. Við gummibeitu vísir tað seg at vera heilt ómøguligt at fáa nakran at bíta — teir nippa leysliga í men spíta beinanvegin útaftur og verða ógvuliga sjáldan krøktir. Men sum sagt verður í hesum stuttfilmum um húkaveiði og íslandstosk, so tykist tað at vera ójavnt hvussu tað liggur fyri hjá einstaka toskinum — meðan teir flestu sleppa snikkaleysir undan at smakka sær á agnið, so gongst verri hjá nøkrum.
Tann triði videofilmurin vísir trolveiði, og har sæst at nógvur fiskur sleppur aftur undir trolið umframt út gjøgnum meskarnar.
Fiskifrøðingurin Jón Kristjánsson, væl kendur sum óheftur ráðgevi í fiskivinnumálum, hevur hesa viðmerking: "Hesar tríggjar videomyndirnar geva eina greiða ábending av tí sama sum eg leingi havi sagt, nevniliga: tað er ógjørligt at veiða fiskastovnar burtur úr havinum — fiskastovnar eru so nógvar ferðir betri yvirlivarar enn fiskireiðarí og útróðrarmenn. Óttin fyri ovurveiði er yvirdrivin og tekur støði í skeivum metingum av veiði og hvørja ávirkan hon hevur á fiskastovnar. Hinvegin hevur ov lítið verið gjørt við at umhugsa onnur viðurskifti enn fiskiveiði sum orsøkir til broytingar í fiskastovnum; tó tykjast framstig at henda á hesum øki."
Herfyri útgav tíðarritið Seafood International í einum eykablað fyri haldarar ein lista yvir heimsins 100 sterkastu leiðararnar innan fiski- og alivinnuna, og har varð Jón Kristjánsson styrkismettur sum nr. 98. Hann við á listanum sum ein av bert tveimum lívfrøðingum ið sambært útgevaranum Infrafish lúka treytirnar fyri at teljast millum tey 100 ovastu tá talan er um eina samlaða meting av fimm kategorium: global viðurkenning, ráevni (ræðisrættur v.m.), perónligheit, ambitión, ávirkan.
|