Kom og kampa viđ brúnna!

2017-06-13 12:00
 
Skipað verður fyri camping við Brúnna 7-9 juli. Til við brúnna kanst tú kampa ella gista í báti við bátahylin á Oyrarbakka. Bátar og kampingvognar fáa atgongd til el, vesið og brúsu. Kostnaður fyri plássið til bátin ella kampingvognin er kr. 200,- fyri vikuskiftið.
Atgongd til camping og bátapláss kann keypast her á heimasíðuni. Vognarnir kunnu setast á økið frá fríggjadegnum 7. juli kl. 15:00. Tá vognurin fer inn á campingøkið, skal kvittanin fyri camping og atgongumerki til sjálvt tiltakið við Brúnna latast inn við innkoyringina, og armband verður latið ístaðin.
 
 
 
Viđ Brúnna | V-tal: 608947 | Postsmoga 10, FO-405 Oyrarbakki  | Tlf.: +298 280980 | info@vidbrunna.fo