RIT-salón - Arvurin eftir Ebbu Hentze2017-09-07 11:55 RIT-salónir, hava verið nakrar ferðir seinasta árið, har vit (limir felagsins) hava hitst ymsastaðir í býnum. Umframt at vit hvørja ferð tosa um ávís evni, sum hava áhuga millum rithøvundar, so eru RIT-salónirnar eisini eitt gylt høvi hjá rithøvundum at hittast til bæði prát og hugna. Hósdagin 7. september kl. 17:00 verður aftur RIT-salón, í nýupplatnu Blábar, Niels Finsensgøta 23 í Havn. Fundurin er hesu ferð almennur. Evnið er arvurin eftir Ebbu Hentze og hvussu vit á skilabesta hátt kunnu ganga ynskjum hennara á møti. |