Bókadagar 2014 vera 20. - 23. november í Norðurlandahúsinum

2014-10-12 22:36
Í sambandi við Bókadagarnar fer Rithøvundafelag Føroya aftur í ár at skipa fyri skeiðum í Norðurlandahúsinum. Í ár bjóða vit inn til tvær spennandi verkstovur: “Krimiskeið” við Jógvan Isaksen og “At skriva til film” við Elin Brimheim Heinesen. (sí skeiðslýsingar á www.bokadagar.fo)

Verkstovurnar vera báðar 21. og 22. nov frá kl 8.30 – 15.30. Skeiðsgjald er 750 kr. Við í prísinum er morgunkaffi, ábit á døgurða, fyrilestrar og atgongumerki til kvøldsetuna á Føroya Prent leygarkvøldið 23.nov. Limir í Rithøvundafelagnum gjalda einans 500kr.

Melda til á rit@rit.fo
Rithøvundafelag Føroya | Undir Pisuvarða 2, FO-100 Tórshavn