HOYMA Bókmentatiltak á G!

2014-07-15 13:39

Forlagið Eksil skipar í ár fyri forkunnugum HOYMA bókmentatiltaki á G! Við eru kendir útlenskir høvundar sum Amalie Smith (Dk) og Jonas Rolsted (Dk) og føroyskir sum Marjun Syderbø Kjælnes, Sissal Kampmann, Trygvi Danielsen og Sámal Soll, ið fara at lesa upp og kjakast um bókmentir.

 

Byrjað verður klokkan 15 í húsunum hjá Vónbjørt Vang, Úti í Bø 14 í Syðrugøtu - har fyrireikarnir bjóða durasnaps og annað gott. Klokkan 15 gongur leiðin oman til Páll og Ranvør Isholm á Gróðarvegi 9.

 

Vegna fyriskiparnar

 

                                                                                    Kim Simonsen

                                                                                    Vónbjørt Vang

Rithøvundafelag Føroya | Undir Pisuvarða 2, FO-100 Tórshavn