David Johannesen gevur nýggja bók út

2014-06-30 17:09
Bókin, Kirkjan í bábilskum fangilsi, eftir Martini Luther er komin í bókabúðirnar. Tað er David Johannesen, prestur, sum týtt hevur úr latíni, og Forlagið Vón gevur út.

Bókin umrøðir sakramentini og trúnna, hon er samstundis ein uppgerð við fatanina hjá katólsku kirkjuni og leggur dent á lyftið og trúnna.

Bókin er ein av klassikarunum hjá Luther.
Rithøvundafelag Føroya | Undir Pisuvarða 2, FO-100 Tórshavn