Hagtøl

2014-03-29 20:35

Nógvar bøkur koma út á føroyskum hvørt ár - og serliga á jólum, men visti tú, at áleið helmingurin av teimum, ið upprunaliga eru skrivaðar á føroyskum eru yrkisbøkur? Vistu tú, at áleið 85% av øllum barnabókunum, ið koma út á føroyskum, eru týddar úr øðrum máli, og at 53% av tí, ið verður lisið upp í Kringvarp Føroya, eru endursendingar.

Nevndin hevur framleidd hagtøl vísandi gongdina innan føroysku bókaútgávurnar frá ár 2000 og fram  grundað á upplýsingum úr Hagstovu Føroyar. Eisini eru tøl vísandi, hvussu upplisið verk í Kringvarp Føroya eru býtt á uppruna-/týdd verk og á nýinnlisið/endursendingar.

Hagtølini eru at finna her.

Rithøvundafelag Føroya | Undir Pisuvarða 2, FO-100 Tórshavn