Aðalfundur felagsins

2014-03-28 17:17
Góðu limir!

Við hesum verður mint á aðalfund felagsins, ið verður mánakvøldið

31. Mars 2014 kl. 19:00

í Rasmussarstovu á Føroya Fólkaháskúla, Tórshavn.

Skrá:
1. Val av fundarstjóri
2. Frágreiðing frá farnu árinum
3. Grannskoðaður roknskapur til góðkenningar
4. Uppskot um viðtøkubroytingar
5. Stjornarval og al av tveimum tiltakslimum
6. Grannskoðaraval
7. Ásetan av limagjaldi
8. Ymiskt
- Uppskot um fígging til FarLit
 
Nevndin hevur farnu árið eftir førimuni arbeitt fyri at savna føroyskar rithøvundar um felags áhugamál og at verja rættindi teirra eins og vit hava roynt at virka fyri at føroyskar bókmentir fáa betri vakstrarvánir.

Men høvuðsgrundarlagið fyri einum vælvirkandi felag er virknir limir, ið taka lut í kjakinum um viðurskifti, ið eiga at verða betrað. Eins og vit eiga at viðurkenna tað, sum riggar.

Vónandi møta tit fjøllment og fáa vit ein góðan fund.

Helle Thede Johansen
forkvinna

Rithøvundafelag Føroya | Undir Pisuvarða 2, FO-100 Tórshavn