Summarskeið á Biskops-Arnö

2014-02-16 14:56

Skeið fyri myndprýðarar og rithøvundar, ið venda sær til børn og ung, verður á rithøvundaháskúlanum Biskops-Arnö í Svøriki 30. juni – 4. Juli 2014.

Rithøvundaskeið og onnur bókmentalig tiltøk hava í mong ár verið hildin á Biskops-Arnö, og hava tey havt ikki so lítið at siga fyri menningina av bókmentaliga almenninum í Norðurlondum. Í 2013 vóru Janus á Húsagarði og Marjun S. Kjelnæs á summarskeið á Biskopa-Arnö.

22 rithøvundar og myndprýðarar úr Islandi, Grønlandi, Danmark, Norra, Svøriki, Sámalandi, Ålandi, Finlandi og úr Føroyum hava møguleiki at luttaka á skeiðnum í summar.

Hevur tú hug at luttaka kanst tú senda ein teldupost til skúlan, við navn, bústað og CV umframt grundgeving fyri, hví tú ynskir at luttaka.

Umsóknarfreistin er 15. mars 2014.

Nærri kunning er at lesa í skrivinum, vit hava fingið frá Nordens Biskops-Arnö, sum er viðfest niðanfyri. Spurningar annars kunnu sendast til Viveka Sjögren vi.sjogren@telia.com eller Mats Lundborg mats.lundborg.arno@folkbildning.net

 

Nærri kunning: At kliva genom rutorna

Rithøvundafelag Føroya | Undir Pisuvarða 2, FO-100 Tórshavn