Fiskimannafelagið rópar varskó

2013-05-08 02:05
Støðan er nú so vánalig hjá heimaflotanum at nú má okkurt gerast sigur Jan Højgaard formaður í Fiskimannafelagnum. Vit síggja at partrolara, djúpvatnstrolarar og Línuskipini hava sera lágan umsetning. Hetta sæst aftur í hýruni hjá okkara limum. Vit kunnu ikki liva við hesum sigur formaðurin í Fiskimannafelagnum við heimasíðuna hjá felagnum.
 
Hýran ov lág
Fiskimaðurin klárar ikki at liva av tí inntøku sum er í heimaflotanum í dag. Vit síggja á avrokningunum ið koma inn til okkum, at sølan hjá flest øllum skipum er sera lág. Hendan støða hevur varða alt ov leingi. Hetta ber als ikki til um vit ynskja at hava ein botnfiskaflota. Skipini koyra við undirskotið og okkara limir hava vánaliga úrtøku.
Minnir um kreppuna í 90´unum
Hetta minnir um kreppuna í 90 ´unum. Um vit ikki gera okkurt munagott beinanvegin vera tað færri sjómenn og harvið færri til at reka vælferðarsamfelagið. Tað er ein katastrofa at tilgongdin av fólkið lækkar til okkara høvuðsvinnu sigur Jan Højgaard. Sum nú er tað trupult at manna fleiri skip, samstundis sum tað eru meira enn 1.300 fólk arbeiðsleys. Hetta er heilt óskiljandi. Tað er neyðugt at okkara fiskimenn fáa eina munandi betur minstulønarskipan, neyðugt er at landið spælir við her og nú sigur Jan Højgaard.

Hvussu stabilisera vit Heimaflotan
Tað er eingin ivi um at botnfiskaflotin við Føroyar má fáa ískoytið til raksturin og er neyðugt at manningin fær eina minstuløn, ið er á sama støði sum Als skipanin hevur. Við vánaligum fiskiskapi eftir tosk, hýsu og upsa er inntøkan alt ov vánalig. Hetta eru heilt ótolandi umstøður hjá okkara fiskimonnum og er neyðugt at Løgtingið tekur stig til at betra um umstøðurnar hjá botnfiskaflotanum beinanvegin sigur Jan Højgaard.
 
Kelda Føroya Fiskimannafelag

Felagið Línuskip | Úti á Bø 11, FO-360 Sandavágur - Føroyar | info@linefish.com